Nú hava flest allir flokkar lagt sína valskrá fram. Góð og vøkur innsløg um okkara vakra oyggjaland, tá tað stendur í fagrasta blóma við sínum grønu litum frá fjøru til fjallatind.
??ll vilja tað sama, einar betri Føroyar fyri øll, tann einstaka, familjuna og vinnuna. Men við ymiskum sjónarmiði ella fortreytum. Í fleiri førum er ilt at síggja munin.
Vit koma ikki uttanum, at alt okkara vælferðarsamfelag, botnar í einum mennandi vinnulívi, við øllum teimum ringvirkningum, tað gevur okkum.
Fiskivinnan hevur fylt nóg í hesum valskeiðnum, og her er skilnaðurin rættuliga stórur ímillum flokkarnar.
Í framløguni hjá Fólkaflokkinum um valskránna, legði formaðurin dent á, at uppboðssølan skuldi takast av skjótast tilber. Í sama innslagi, segði Jákup Mikkelsen, at bæði menningarkvotur og uppboðssølan skuldu takast av, og fyri at eingin skuldi ivast, segði fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jákup Vestergaard, í Andglettinum, at uppboðssølan og menningarkvoturnar var ein ruðuleiki og politisk útlutan, og hetta skuldi avtakast skjótast tilber.
At alt skal rullast aftur, varð hervið sligið fast við tíggjutumma seymi.
Einki varð nevnt um, hvat skuldi koma í staðin. Skulu teir, sum høvdu alt, hava alt aftur, og skulu teir, sum hava gjørt íløgur við menningarkvotum og møguleikanum á uppboðssølu, byrja at hugsa um at sleppa sær av við síni skip.
Loyvini hjá hesum skipum byggja ikki uppá 8 ella 12-ára loyvi, men í mesta lagi 4 ár, og av hesum eru 1 ár ella meira longu farin. Tí má spurningurin til teir, sum siga, at alt skal rullast aftur verða ...., hvat skulu hesir menn gera?
Skulu eigarnir av Katrini Jóhannu, sum hava eina rættuliga avmarkaða kvotu í mun til hini skipini, umhugsa at selja skipið, ella hvat stendur teimum í boði í framtíðini. Hetta eru ótrygg viðurskifti, sum eru beint um hornið.
Hetta eiga teir, sum siga, at alt skal rullast aftur at hava eitt boð upp á ella hvat?
Eg kann geva teimum eitt boð. Skal alt rullast aftur skal tað rullast langt aftur!
Eivin H. Jacobsen
valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald