Politikkur

Skal bera til at byggja egnan bústað kring alt landið

...

2020-09-09 11:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað skal vera møguligt at byggja egnan bústað kring alt landið. Hetta er ikki støðan í dag, tí lánitreytirnar eru ymiskar í størru býunum, í mun til á bygd og uttanfyri størru býirnar. Hetta vilja vit loysa.

Bústaðir er bústaðarpolitiska amboð landsins, og kann vera við til at loysa avbjóðingina og tryggja, at fólk kunnu byggja egnan bústað har tey ynskja at búgva kring alt landið. Tí hava vit lagt lógaruppskot fyri Løgtingið, ið gevur Bústaðir møguleika at fíggja bústaðarbygging á bygd og uttanfyri størru býirnar.

Trupult at fáa fígging til bygging uttanfyri størru býirnar

Tað er trupult at fáa fígging til at byggja sethús, ella at endurnýggja eldri hús, uttanfyri størru býirnar í Føroyum. Orsøkin er, at marknaðarvirðið uttanfyri størru býirnar ofta er lægri enn kostnaðurin av at byggja húsini, og samstundis avmarkar alsamt herda lóggávan fyripeningastovnar, hvørjar møguleikar peningastovnarnir hava fyri at fíggja.

Dømi eru um, at persónar, ið hava fingið noktað fígging til at byggja hús á bygd, hava fingið játtað eitt uppaftur hægri lán til ein bústað í Tórshavn. Tað er sostatt ikki gjaldsevnini hjá teimum sum skulu byggja, ið forðar fyri, at fleiri bústaðir verða bygdir úti um landið, men heldur tað, fíggingarmøguleikarnir eru so ymiskir, tí marknaðarprísirnir á bygdum húsum eru so ymiskir.

Samfelagsliga er avleiðingin, at fólk ikki hava sama møguleika at byggja hús á bygd, sum í størru býunum. Hetta skundar eisini undir, at alsamt fleiri búseta seg í størru býunum. Hetta leggur enn størri trýst á húsaprísirnar í størru býunum. Samstundis setir hetta enn størri krøv til somu kommunur um støðuga útbjóðing av grundøkjum.

Loysn

Bústaðir kunnu ??? um tey fáa neyðugu lógarheimildina ??? tryggja, at øll fólk í Føroyum, ið ynskja at byggja egin hús, og hava neyðugu inntøkurnar og gjaldsevnini, hava javnbjóðis møguleika fyri hesum ??? eisini á bygd.

Bústaðir fær heimild til, at veita lán við veð í føstu ognini. Henda fíggingarheimild verður tó bert galdandi fyri bústaðarbygging uttanfyri størru býirnar.

Bústaðir kann bjóða eitt lán, ið fevnir um tann partin av láninum, ið bankin ikki kann bjóða, tó ongantíð meira enn upp til 100% av metingarvirðinum. Harvið verður tryggjað, at tey, ið byggja ikki átaka sær hægri skuld enn metta søluvirðið á húsinum er.

Lánið verður treytað av, at tey, ið søkja um lán, hava neyðugu inntøkurnar og gjaldsevnini til at rinda lánið aftur.


Javnseta lánimøguleikar á bygd og í bý

Í dag bjóða peningastovnar oftast um 80% av metingarvirðinum, tá húsini eru liðug. T.v.s. 80%, tá talan er um realkreditlán, meðan tað kann vera nakað hægri, tá talan er um bankalán. Hartil verður hædd eisini tikin fyri inntøkum og gjaldsevnunum hjá fólki. Men av tí, at metingarvirðið ofta liggur undir byggikostnaðinum, tá bygt verður á bygd og uttanfyri størru býirnar, er 80% av metingarvirðinum væl minni enn 80% av byggikostnaðinum ??? ofta helst um 60%. Hetta ger tað nærum ómøguligt hjá ungum fólkum og fólkum, ið ikki hava stóra uppsparing, at byggja egin hús á bygd og uttanfyri størru býirnar.

Við uppskotinum til lógarbroyting vil Bústaðir kunna bjóða upp til 100% av metingarvirðinum, t.v.s. 20% afturat teimum 80%, ið bankin vil kunna lána. Sostatt kann bankin lána 80% og Bústaðir lána 20%. Hóast hetta gevur 100% av metingarvirðinum tá húsini eru liðug, vil hetta samanlagt, í nógvum førum, helst svara til umleið 80% av samlaða byggikosnaðinum.

Harvið fáa fólk, ið hava neyðugu inntøkurnar og gjaldsevnini, javnbjóðis møguleika at fáa lán til at byggja egnan bústað, eisini um ynskt verður at byggja á bygd ella um ynskt verður at byggja aðra staðni enn í størstu býum okkara.

Bústaðir veita lán til bústaðabygging

Okkara bústaður er okkara heim. Tað hevur tí ómetaliga stóran týdning, at hava ein góðan bústað. Seinastu árini eru fleiri átøk framd fyri at loysa bústaðaravbjóðingina, fyri at tryggja øllum ein góðan bústað, at geva fólki betri møguleika fyri at fáa ein bústað, ið hóskar til, har tey eru í lívinum. Men nógv meira má gerast, og okkara lógaruppskot ein liður í at røkka hesum máli ??? og liður í at tryggja, at fólk kunnu byggja egnan bústað har tey ynskja at búgva kring allar Føroyar.

9. septembur 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder