JN

Skaðaveður í Dímun

...

2020-03-01 14:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Dímunargarðurin á Facebook:

Skaðaveður í Dímun

Í gjár gjørdist veðrið verri, enn vit høvdu væntað.
Morgunin var so hampuligur, men seinnapartin vaks hann skjótt upp í ógvusliga styrki.
Seint seinnapartin hendu størri skaðar í oynni. Størstu skaðanir vóru múranir um húsini og ein hjallur, sum fóru illa í vindinum. Bæði eystari og vestari múrur rapaðu samstundis, so tá hevur staðið nógv á.
Í dag hava vit fingið yvirlit yvir skaðar og annars roynt at pjøssa uppá, har tað er neyðugt.
Stórt arbeiðið liggur fyri framman, sum nú skal tilrættisleggjast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder