JN

Sjúkralegan hjá einum, ið er vorðin frískur av Covid19

...

2020-03-17 20:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

1. dagur

Hevur verið til arbeiðis, men kennir seg ikki væl, fer fyrr til songar fyrr enn vant, er kaldur og troyttur.

2. dagur

Sera kaldur, fær sær eitt heitt bað, og hugsar at hann fer at fáa tad betur aftaná, men so er ikki. Gerst sera eymur í øllum kroppinum, høvdupínu, og ringir til kommunulæknan og greiðir fra um sjúkueydkenni, og at hann nú hevur 38,5 í febri. Læknin biður hann fara í sóttarhald alt fyri eitt, tí sjúkueyðkennini eru ein ábending um Covid19.

Dagur 1 og 2 eru sera líkir, tó heldur hann at panodil hjálpti honum væl at ernast, og fáa tað betur eina løtu.

3.dagur

Er púra fyri ongum. Feburin økist til 39 stig, hostar illa, kraftiga høvðupínu, pínu um allan kroppin og kennist sum eitt óreint beinkrím. Hevur ikki hug ella orku til nakað.

4.dagur

Tosar aftur vid læknan og teir avgera at hann skal potast. Orsaka at hann hevur hildið frástøðu til hini í húskinum undir sóttarhaldinum, so skal hann sjálvur koyra ein tíma hvønn vegin at potast, og tad kendist sera møtimikið, og hann er púra fyri ongum, tá hann koyrir heim aftur.

5.dagur

Feburin er nú millum 38-39 stig, kroppurin hevur tað líka sum undanfarnu dagar, men sjúkan kennist linari, og hetta er fyrsti dagur at hann gongur uppi av egnum huga, hann hevur tað betur.

6.dagur

Hostar ikki, men er forkølaður, tipta nøs og nýsur allatídina.

7.dagur

Høvdupínan kennist væl linari, tad eyma í kroppinum hvørvur, feburfríur og hann merkir góðan bata.

Orkan gerst betur, og hann fer i bað, og tá hevur hann tad nógv betur; kennir tó troyttleika í kroppinum eftir umgangin.

Meðan hann hevur verið sjúkur hevur hann droymt nógv, vaknadur ofta, verið snottutur, nýst nógv og harvið sovid sera illa. Eisini hevur hann hugsað sera nógv um ta óvissu, og at man ikki kennir fylgjurnar/leistin av smittuni, og tað hevur hann havt stóran ótta av.

7.dagin fær kona hansara sjúkueyðkenni, og nú er hon løgst. Tey verða framhaldandi í sóttarhaldi.

Keldan, id vit hava tosað við, ynskir at verða dulnevnd. Keldan býr í Danmark.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder