JN

Sjúkrahúsverkið tillagar tíðirnar á kanningarstøðunum

...

2020-08-23 16:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bæði í Klaksvík og á Tvøroyri eru broytingar í tíðunum á Støkk inn-kanningarstøðunum. Kannað verður fyri koronu aftur í Runavík týsdagin í aðru viku.

Her er yvirlit av kanningartíðum á nýggju kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum hesa vikuna. Hetta er galdandi til og við 30. august.

Klaksvík, á Víkarvegi:

Gerandisdagar kl. 9-11

Tvøroyri, við Trongisvágs skúla:

Mánadag, mikudag, hósdag kl. 8.30-10.30
Týsdag og fríggjadag kl. 9-12

Tórshavn, á Eirargarði:

Gerandisdagar kl. 17-19.
Leygardag kl. 13-15.

Tey, ið ynskja at lata seg kanna, skulu stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðarskeiðinum. ??ll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað. Tað er ikki neyðugt við ávísing frá lækna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder