JN

Sjúkrahúsverkið kannar fyri koronu í Runavík

...

2020-08-10 19:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú fáa allir eysturoyingar møguleikan at lata seg kanna ókeypis í Skótahúsinum í Runavík. Talan verður um sonevndar støkk inn kanningar, sum merkir, at neyðugt er ikki við ávísing frá lækna.

Koronakanningarnar eru skipaðar í einum samstarvi millum Klaksvíkar sjúkrahús og Runavíkar kommunu. Fyrireikingarnar eru í gongd,og útgerð verður fingin til vega, og miðað verður eftir, at kanningarstøðin kann lata upp mikudagin ella hósdagin.

Nærri verður at frætta um upplatingartíðir týsdagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder