Vinna

Sjúkraflutningur frá útlendskum fiskifari

...

2020-04-25 08:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog fór í gjárkvøldi kl. 19.50 út til eitt íslendskt fiskiskip eftir einum manni, sum hevði fingið skaða í aðra hondina. Skipið royndi á eini leið 80 fjórðingar sunnanfyri Føroyar. Túrurin tók umleið 1 tíma hvønn vegin. Skaðin var so mikið álvarsamur, at maðurin kundi ikki viðgerðast í Føroyum og fór tí beinanvegin við flogfari til Íslands, verður upplýst av MRCC.

Talan er um ein mann á manningini á Gudrun Thorkelsdottir, sum fiskar svartkjaft sunnast í føroyskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder