JN

Sjúklingar og vitjandi á Landssjúkrahúsinum skulu brúka munnbind

...

2020-08-18 08:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Landssjúkrahúsið biður nú allar sjúklingar og vitjandi um fyribils at brúka munnbind, tá ið tey koma inn á sjúkrahúsið.


Stigið verður tikið, eftir at farsóttarnevndin í farnu viku mælti til, at fólk brúka munnbind, tá ið tey ferðast í almenna rúminum, har fleiri savnast.

Hetta verður galdandi frá fríggjadegnum 21. august og umfatar øll, sum hava ørindi á sjúkrahúsinum, eitt nú tey, ið skulu til ambulantar viðtalur, viðgerðir og avvarðandi teirra.

Eisini skulu tey, ið gera avtalu um at vitja sjúkling, vera í munnbindi.

Børn undir skúlaaldur eru tó undantikin.

Fólk skulu sjálvi hava munnbind við, tá ið vitjað verður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder