Politikkur

Sjúklingahotellið Tórshavn er gull vert fyri sjúk og avvarandi

...

2019-01-30 18:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gevið sjúklingahotellinum bestu karmar at virka undir.

Hotelli er sum eitt heim fyri okkara sjúku og avarandi tess. Tá sjúka rakar, er tað av stórsta týdningi at vera í tryggum og fjálgum umstøðum, baði fyri tann sjúka og fyri tey avvarandi sum eru við tí, sum er sjúkur.

Starvsfólki ger megnar arbeiði

??ll sum arbeiða á sjúklingahotellinum gera eitt megnar arbeiði fyri at gera hvønn dag so góðan sum til ber hjá búfólkunum, og tey hava eitt stórt ynski um at øll skulu trívast, hóast avbjóðingarnar eru sera ymiskar hjá teimum, sum búleikast á hotellinum.

??ki Játtanina til arbeiði

Latið játtanina til arbeiði vera so mikið góða, at starsfólkið hevur enn betur fíggjarligt rásarúm til at gera tað sum tey virkuliga ynskja, sjúkum og avvarandi at gagni.

??beskriviligan týdning fyri føroyingar tá sjúka rakar

Sjúkligahotellið er gull vert, og hvør króna sum Landskassin letur eyka til hettar arbeiði hevur óbeskriveligan týdning fyri alt virksemi á hotellinum.

Takk fyri tykkara stóru umsorgan hvønn dag.

Edva Jacobsen.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder