Politikkur

Sjóvinnustýrið verður bygt á Giljanesi

...

2018-09-28 21:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í grein á VP seinnapartin staðfestir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, at byggingin av nýggjum Sjóvinnustýri í Vágum er skorðin burtur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019, sum varð lagt fram fyrrapartin.

Tað er beinleiðis ósatt.

Sjóvinnustýrið verður bygt á Giljanesi. Grundstykkið verður keypt í næstum, og pengar eru settir av til tað og byggifyrireiking í fíggjarlógaruppskotinum. Sjóvinnustýrið verður bygt har, og onki annað kemur upp á tal.

Tað er rætt, at í fíggjarlógaruppskotinum, er sjálv byggingin drýggjað nakað ??? kanska eitt ár. Hetta sama er gjørt við fleiri aðrar smærri og størri byggiíløgur, sum eru stungnar út í kortið, men sum ikki er farið undir at fremja í verki enn.

Vónandi fer tað undir fíggjarlógarviðgerðini at eydnast at finna eina loysn, so tað kortini ber til at halda upprunaliga ætlaða tíðarleistin fyri byggingina av nýggja Sjóvinnustýrinum.

Fyrsta stigið verður tó beinanvegin at fáa broytt sjálva verklagslógina fyri byggingina av nýggja Sjóvinnustýrinum. Hon skal broytast, soleiðis at tað kemur at standa í sjálvum lógartekstinum, at Sjóvinnustýrið undir øllum umstøðum skal byggjast í Vágum.

Í verandi lógarteksti er nevniliga ikki nágreinað, júst hvar tað skal byggjast. Gaman í stendur tað í viðmerkingunum til lógina og er undirskilt í byggiskrá og øðrum tilfari, men tað er ikki rist í stein í sjálvum lógartekstinum.

Tað verður tað nú.

Í síni grein leikar Jørgen Niclasen annars í um alt í senn. Við tí úrsliti, at boðskapirnir hjá honum í heilum renna frontalt saman. Hann øtast eitt nú yvir, at landsalmennu útreiðslurnar sum heild bara spola avstað, og í sama andadrátti finst hann at, at tað verður roynt at halda aftur.

Jørgen Niclasen eigur sín part av æruni fyri, at táverandi Skipaeftirlitið var staðsett í Vágum, tá tað í 2002 varð heimtikið sum føroyskt málsøki. Tað skal hann eiga. Men síðani hevur stovnurin, sum eftir samanleggingina við Skipaskrásetingina og FAS í 2010 bleiv til Sjóvinnustýrið, rikist sum bukka ímillum sengur her vesturi.

Fólkaflokkurin hevur rátt fyri borgum at kalla uttan íhald síðani heimtøkuna, og til henda samgongan tók yvir. Tey gjørdu tó absolutt onki til frama fyri at útvega stovninum rímiligar hølisumstøður.

Tað verður gjørt nú. Stovnurin fær sítt egna hús, og tað verður á Giljanesi í Vágum.

Ingolf S. Olsen
løgtingsmaður, Tjóðveldi


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder