Vága Fólkafolksfelag mótmælir, at samgongan hevur steðga byggingini av bygningi til Sjóvinnustýrið í Vágum
Tá skipaeftirlitið var yvirtikið um aldarskiftið, var tað táverandi fiskimálaráðharrin, Jørgen Niclasen, sum avgjørdi at leggja stovnin í Vágum. Her hevur hann verið líka til sitandi samgonga tók við.
Poul Michelsen tók avgerð um at flyta stovnin til Havnar, tí samb. honum var eingin bygningur í Vágum brúkiligur til at húsa hesi skrivstovu. ??trúligt.
Men landsstýrið lovaði samstundis beinanvegin at byggja nýggjan bygning í Vágum, tí her skuldi stovnurin liggja.
Nú hevur pípan longu fingið annað ljóð. Byggivirksemi hjá landinum skal tolmast og einasta offrið er bygningur til Sjóvinnustýrið í Vágum. Alt annað alment byggivirksemi koyrir full speed.
Hetta luktar og vilja vit í Vága Fólkafloksfelag harðliga mótmæla hesi avgerð hjá samgonguni. Vónandi kann Løgtingið koma á aðrar tankar áðrenn fíggjarlógin verður samtykt.
Eggaba Andreasen, form. Í Vága Fólkafloksfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald