2019-11-28 16:45
Fíggjarætlan 2020
Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur á kommunustýrisfundi 25/11-2019, samtykt fíggjarætlanina fyri 2020.
Í fíggjarætlanini verður roknað við inntøkum á umleið 55 mió.kr., útreiðslum á umleið 52 mió.kr. og íløgum á umleið 21 mió.kr.
Inntøkur: 55.063.000 kr.
??treiðslur: 51.993.000 kr.
Íløgur: 21.245.000 kr.
Kommunuskattur: 21%
Barnafrádráttur: 7.000 kr.
??treiðslur:
Kommunal fyrisiting 4.447.000
Almanna- og heilsumál 17.588.900
Børn og ung 13.088.800
Undirvísing 4.811.600
Mentan og frítíð 2.740.400
Teknisk mál 4.259.200
Kommunal virki 3.309.200
Rentur og rentustuðul 1.747.900
??treiðslur í alt 51.993.000
Íløgur:
Viðlíkahald 5.100.000
Fríðkan 1.300.000
??tstykkingar 1.450.000
Søla grundøkir -1.150.000
Vegir 2.500.000
Gøtuljós 1.100.000
Havnaløg 9.800.000
Aðrar íløgur 1.145.000
Íløgur í alt 21.245.000
Kommunustýrið hevur í fíggjarætlanini raðfest viðlíkahald av verandi bygningum rættiliga høgt. Sjóvar kommuna eigur fleiri bygningar, og fleiri av hesum hava í størri og minni mun tørv á viðlíkahaldi. Millum annað verið hildið fram við at klæða skúlan. ??ll vindeygu í 1984-bygninginum skulu skiftast, eins og skúlin skal klæðast. Kommunuskrivstovan skal dagførast og eisini er ætlanin at gera umvælingar og broytingar í bygdahúsinum.
Í egningarmiðstøðini, sum bleiv gjørd í 2005, verða allar frystieindir skiftar.
Roðin, sum er eldrasamstarvið hjá Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunu, hevur ein viðlíkahaldstørv á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, og hava allar kommunur í samstarvinum sett pening av til hetta viðlíkahald.
Á havnaløgunum eru avtalur gjørdar í 2018 og 2019, sum væntandi vera lidnar í 2020. Talan er um útbyggingina av vinnuøkinum og havnalagnum á Hulki og um verjugrót og vinnuøkið við tunnilsmunnan í Eysturoyartunlinum. Eisini er nakað avsett til bátahylin í Heygsstøð.
Á fríðkanarøkinum er ætlanin at arbeiða víðari við spæliplássinum við skúlan og miðstaðarøkinum sum heild. Peningur er settur av til at gera nýggja gøtu millum Strendur og Kolbeinagjógv, og at seta ljós fram við vegnum út í Raktanga.
Á Selatrað verður arbeitt við at ???vetrarfriða??? bygdina. Selatrað er einasta bygdin, sum ikki er vetrarfriðað, og vóna vit at koma á mál við hesum í 2020.
??tstykkingarætlanirnar halda fram, og er peningur avsettur til at útstykkja í Kolbeinagjógv, Innan Glyvur, á Selatrað og at gera útstykkingina við Hálsatjørn lidna.
Á vegaøkinum skulu, eins og undanfarin ár, gerast ábøtur, bæði á asfalt og gøtuljós. Tilgongdin við at skifta gøtuljósini til LED heldur fram, og væntandi verða ljósini á Morskranesi skift í ár.
Á ítróttar- og mentanarøkinum hava vit ætlanir um at seta eina skipan við ???fríkorti??? í gongd. Hendan skipan gevur børnum frá 6-18 ár eitt fríkort upp á 2.000 kr., sum tey kunnu nýta til at luttaka í ymiskum tilboðum í økinum. Talan er um eina royndarætlan, sum verður endurskoðað um eitt ár.
Kommunstýrið hevur eisini endurskoðað barnagarðsgjaldið. Higartil hevur 1. barnið goldið 100%, 2. barnið goldið 75% og 3 barnið goldið 50%, meðan 4. barnið hevur verið ókeypis. Frá 2020 verður hetta broytt soleiðis, at 3. barnið eisini er ókeypis, og at foreldur tí bert skulu rinda fyri tvey børn.
Tað er við góðum treysti, at vit fara undir seinasta árið í hesi setuni.
Sjóvar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald