Politikkur

Sjómannafrádrátturin skal víðkast, ikki avtakast

...

2019-07-20 14:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið má hava misskilt argumentini fyri sjómannafrádráttinum, og so fylgir Vinnuhúsið eisini ómetaliga illa við gongdini í sjóvinnu okkara.

Ein heilt lítil partur av sjóvinnu okkara, uppisjóvarflotin, hevur góðar dagar, hýrurnar eru góðar og ongir rekruteringstrupulleikar eru.
Restin av flotanum, alt frá línuskipum til garnaskip til trolarar, øll hesi stríðast hvønn dag við at finna fólk til komandi túr. Ofta kemur tað fyri, at línuskipini sum skulu hava 14 mans umborð til hvønn túr, loysa við 10-12 monnum, tí at teir fáa ikki fólk.
Nýggja støðan ið íkomin er, nú fiskivinnunýskipanin bleiv trýst ígjøgnum Tingið, hevur fyri manningarnar á m.a trolarum verið ein sonn vanlukka, og eru hýrur teirra nógv lækkaðar. Hesar manningar eru ofta so langt niðri í inntøku, at teir fáa ikki meiri enn minstuløn.
Tí er tað óðamannaverk at taka burtur sjómannafrádráttin. Avleiðingin av tí verður, at okkara fólk flýggjar og reiðaríini fáa sær útlendska arbeiðsmegi umborð. Tá er lítið vunnið.
Nei, heldur eiga vit at fara hinvegin og siga, at skipanin við sjómannafrádrátti eigur at fevna um alt okkara fólk sum balist á sjónum, m.a eisini teir sum eru við havrannsóknarskipi, vaktar- og bjargingarskipi, og strandfaraskipum.
Vit tosa um sera lítlar pengar, sum heldur ikki fara longri enn til okkara egna fólk við hesum skipum, og síðani aftur út í umfar í samfelagnum.
Okkara sjófólk skal hava nakrar ágóðar framum okkum onnur, sum njóta og brúka samfelagsins ágóðar hvønn dag, hetta er ikki teimum sum sigla beskorið.

Brandur Sandoy, Valevni Fólkafloksins.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder