Sjómannafrádráttin hevur sín uppruna, serliga tí norsk skattalóggáva gav og gevur sjómonnum og fiskimonnum stóran frádrátt. Tað var neyðugt at okkara skattalóggáva gjørdist ???kappingarfør???, tí annars var vandi fyri at fiskimenn og sjómenn í stórum tali fluttu til Noregs við familjum. Hetta hevði ført við sær munandi lækkingar av skattainntøkum hjá kommunum og landskassanum og harafturat fólkafráflyting
Vit hava dupultskattaskipan við Noreg. Tað merkir at býrt tú í Føroyum og arbeiðir í Noregi, rindar tú skatt í Føroyum. Tá føroyskir fiskimenn sigldu við norskum bátum, rindaðu teir nógv meir skatt, summir meri enn 100.000kr um árið, enn norðmennirnir umborð, tí skatturin í Føroyum var nógv hægri, orsakað av frádráttinum í norsku skattalóggávuni.
Hetta fekk tær fylgjur, at føroyskir fiskimenn fluttu til Noregs, har teir rindaðu munandi minni skatt, og sum tíðin fráleið, var vandi fyri, at familjurnar eisini fluttu. ??rslitið av hesum hevði verðið, at als ongin skattur kom í føroyska landskassan og kommunukassarnar frá hesum monnum og familjum.
Anfinn Kallsberg var fíggjarmálaráðharri og legði uppskot fyri tingið at líkastilla føroyska skattalóg við ta norsku. Uppskotið um sjómannafrádrátt varð samtykt og gav føroyskum sjómonnum og
fiskimonnum munandi kappingarførari skattatreytir í mun til teirra norsku starvsfelagar.
Vinnuhúsið tosar um, at sjómannafrádrátturin er kappingaravlagandi, men hetta mál snýr seg um kapping við okkara grannalond og serliga norska fiskiflotan, tí norsk skattalóggáva gav og gevur framvegis fiskimonnum stóran frádrátt.
Tað er umráðandi at tryggja, at okkara skattalóggáva er ???kappingarfør??? við norska skattalóggávu. Annars er vandi fyri, at fiskimenn og sjómenn flyta til Noregs, og so er vandi fyri, at familjurnar fylgja við, og vit harvið skapa eina fráflyting og minka um fiskimannastættina her á landi og úrslitið verður ein minking í skattainntøkum landskassans.
Sjómannafrádrátturin má varðveitast ??? vit eru í kapping við grannalondini.
Eisini á hesum øki vil eg brúka mínar politisku royndir til at hjálpa og gera mun.
Jákup Mikkelsen
Løgtingsmaður og løgtingsvalevni fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald