Politikkur

Sjófeingislógin bleiv í kvøld samtykt

...

2019-12-21 21:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Aftur í dag hevur verið langt orðaskiftið um sjófeingislógina, sum í dag hevur verið til 3. viðgerð og fyri løtu síðani bleiv samtykt við trimum broytingaruppskotum. 

32 tingfólk vóru í løgtinginum í kvøld og skuldu tey ígjøgnum 17 atkvøður áðrenn málið kundi endaliga samtykjast.

Í øllum broytingaruppskotunum vóru 17 atkvøður ímóti og fullu tey øll, og somuleiðis var málið ikki beint aftur í nevnd. Broytingaruppskotini frá samgonguni fingu 17 atkvøður fyri og blivu tí samtykt.

Aftur í nevnd 17 ímóti og 15 fyri.

Broytingaruppskot nr 1 17 ímóti og 15 fyri
Broytingaruppskot nr 2 17 ímóti og 15 fyri
Broytingaruppskot nr 3 17 ímóti og 15 fyri
Broytingaruppskot nr 4 17 ímóti og 15 fyri
Broytingaruppskot nr 5 17 ímóti og 15 fyri
Broytingaruppskot nr 6 17 ímóti og 15 fyri
Broytingaruppskot nr 7 17 ímóti og 15 fyri
Broytingaruppskot nr 8 17 ímóti og 15 fyri
Broytingaruppskot nr 9 17 ímóti og 13 fyri - 2 blankar
Broytingaruppskot nr 10 17 ímóti og 14 fyri - 1 blank
Broytingaruppskot nr 11 17 ímóti og 15 fyri
Broytingaruppskot nr 12 17 ímóti og 14 fyri - 1 blank
Broytingaruppskot nr 13 17 fyri og 15 ímóti
Broytingaruppskot nr 14 17 fyri og 15 ímóti
Broytingaruppskot nr 15 17 fyri og 15 ímóti

Broytingaruppskotini kunnu síggjast her.

Sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt vóru 17 atkvøður fyri og 15 ímóti. Sí upprunauppskotið her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder