2019-08-25 20:37
Sjálvstýri skipaði í dag fyri stórum familjutiltaki í Klaksvík. Sigast má, at undirtøkan fyri tiltakinum var sera góð, tá tað í dag vóru áleið 600 fólk á gátt.
Sjálvstýri skipaði annars í gjár fyri sama tiltakið í Runavík. Tá savnaðust eisini 600 fólk, so við eini samlaðari fjøld á 1200 fólk siga tey seg í Sjálvstýri seg vera sera væl nøgd við tiltøkini.
Fjøldin í KÍ-høllini í dag var sera fjølbroytt - ung sum gomul hugnaðu sær, og láturin rungaði í høllini allan dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald