- Tað besta sum er hent her í dag, er, at ein breið semja er komin uppí lag, og at tað nú valdar friður í Sjálvstýri. Nakað soleiðis segði Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, í røðu sínari á aðal- og landsfundinum hjá Sjálvstýri, ið bleiv hildin á Hotel Runavík leygardagin.
Helst var talan um met stóra luttøku á fundinum, tá tað var nakað meir enn 60 sjálvstýrishugaði fólk ið vóru møtt til fundar.
Tað er eingin loyna, at nakað av rumblið hevur verið í Sjálvstýri farnu árini, men líkindi eru nú fyri, at flokkurin aftur hevur funnið felags stev. Á aðalfundinum samtykti flokkurin einmælt, hvussu ið farast skal fram komandi tíðina, nú flokkurin skal til at velja nýggjan formann. Tvey uppskot vóru innkomin ið viðgjørdu hvussu farast skuldi fram, og semja bleiv gjørd um ein felags leist. Hesin leisturin inniber, at nývalda Landsnevndin fer undir at seta eina nevnd, ið bæði skal endurskoða lógirnar og bygnaðin í flokkinum, men eisini at finna eitt uppskot til nýggjan formann fyri flokkin. Miðja verður fram ímóti at hetta arbeiði kann verða liðugt so skjótt sum gjørligt, ella í seinasta lagi til heystar.
Sum heild kann sigast, at huglagið á fundinum var sera gott, og at fólk frøddust um, at fólk vóru til reiðar at taka eitt felags lógvatak, og at nú skuldi hyggjast frameftir.
Vit eiga at læra av mistøkum
Kári P. Højgaard, virkandi floksformaður, staðfesti stóra tørvin á Sjálvstýrinum í politiska landslagnum í Føroyum.
- Ongantíð meir enn nú er brúk Sjálvstýri á miðjuni í føroyskum politikki. Frá 2011 til 2015 var politiska róðrið lagt á stýriborð, tá høgra samgongan við Fólkaflokkinum sum primus motor tók við. Rumbli um fiskivinnupolitikkin slóðaði í 2015 fyri, at vinstravenda samgongan við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn tók yvir. Enn einaferð róðrið lagt í bakborð og enn størri øsing í samband við fiskivinnupolitikkin, har hægri tilfeingisgjald og uppboðssøla bleiv lyklaorðið. Valið 2019 aftur fult róður lagt á stýriborð og Fólkaflokkurin fær sín fiskivinnu politiska vilja framdan.
Samstundis harmaðist virkandi floksformaðurin um tað innanhýsis stríð ið hevur verið farnu árini, og mælti til at taka felags lógvatak:
- Eitt sum ofta er kostnaðarmikið í atkvøðum fyri ein politiskan flokk er, um innanhýsis stríð valdar og hetta gerst alment. Vit eiga at læra av mistøkum, stinga hendur í egnan barm, rætta feilir og skeivleikar, og í felag lyfta tær uppgávur, sum liggja fyri framman, og greitt seta kós og framtíðar ætlanir. Hjartans ynski mítt er, at vit frá í dag seta eina striku í sandin, byrja av nýggjum og taka felags lógvatak landi, fólki og Sjálvstýri at gagni.
Kristin bleiv boðin vælkomin
Hetta var samstundis fyrstu ferð, at Kristin Michelsen var á aðal- og landsfundi sum tingmaður fyri Sjálvstýri. Fleiri tóku hendan møguleikan at bjóða Kristin vælkomnum í felagsskapin, og tað bleiv samstundis boða frá, at flokkurin í løtuni arbeiðir við ætlanum um at seta Sjálvstýrisfelag á stovn í Suðuroynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald