Sjálvstýri saman við Grønlandi?
Vit føroyingar vilja fegin at vit skulu ráða fyri okkara egnu viðurskiftum. Hetta ynskja vit í okkara egnu heimum, í okkara bygd og í øllum Føroyum. Samstundis vita vit, at vit eru saman við øðrum. Frá 1035-1814 vóru vit ein partur av Noregs ríki, sum kom í ríkjafelagsskap við Danmark í miðøld. Tá Noregs ríki var sundurbýtt í 1814 hildu vit fram við at vera saman við Danmark, men fingu at vita, at okkara rættindi vóru tey somu sum vit høvdu havt higartil. Hetta staðfesti altjóðadómstólurin í Haag 1933. Vit búgva tí í einum kongsríki, sum er saman við Danmark á jøvnum føti.
Men hetta er eitt loyndarmál. Myndugleikarnir krógva veruleikan fyri okkum og lúgva um hvør støða okkara í heiminum er.
Tí er einki at siga til, at mong eru tey, sum eru bilsin tá tey fáa at vita, at um vit skulu seta í verk okkara rætt til sjálvstýri, so gongur leiðin saman við Grønlandi. Nøkur halda, at hetta darvar okkara sjálvstýrisstríði, og at vit bara skulu loysa frá Danmark og lata grønlendingar sigla sín egna sjógv.
Men Grønland og vit hava verið í sama ríki síðan 1261, í 758 ár. Tá heimsins fremstu dómarar søgdu dómin í Eysturgrønlandsmálinum, søgdu teir at okkara rættarstøða var tann sama sum støða Noregs hevði verið í ríkjafelagsskapinum fram til 1814. Grønland og Føroyar mistu Ísland burtur úr ríki okkara í 1918, og síðan tá hava vit bæði londini verið saman undir somu ríkisgrundlóg, sum sigur at vit ráða og skulu hava okkara egnu stjórn.
Hesum hava donsku stjórnirnar forðað fyri. Tær hava væl vitað at tær ikki hava havt rætt til hesa framferð.
Nú 19. august hevur nýggi danski forsætisráðharrin Metta Frederiksen viðurkent, at Danmark ongan rætt hevur til at leggja upp í okkara viðurskifti.
Nú glíggjar fyri nýggjum degi í ríki okkara Grønlandi-Føroyum.
Hvussu skulu vit nýta teir ótrúligu møguleikar, sum nú lata seg upp fyri okkum?
Fyrst og fremst er á dagsskrá at fáa samstarv í lag millum grønlendingar og føroyingar. Har liggur væl fyri. Vit búgva jú á norðurleiðum.
Frá høvdinum skalt tú hvalin skera, og tað vit skulu leggja fyri við er at fáa tingini í báðum londum saman til fundar. Tey kunnu lýsa at tey velja eina stjórn, sum tekur yvir tað vald, sum danska stjórnin higartil hevur útint her hjá okkum.
Teir embætismenn, sum vilja halda fram at arbeiða her, og virka fyri nýggju stjórnini, kunnu sleppa tað. Í leysu størvini ber til at seta grønlendingar og føroyingar. Hetta fer helst at føra við sær, at nógv føroysk húski koma at búgva í Grønlandi, í staðin fyri teir danir sum heldur vilja koma heim.
Fyri grønlendska málið hevði hetta verið ein stórur møguleiki. Danirnir í Grønlandi hava sjáldan lært seg grønlendskt. Føroyingar hava hin vegin ongan hug til at tosa danskt, og tí fara teir at fáa børn síni at læra grønlendskt. Hetta hevði borið við sær, at eftir stuttari tíð høvdu hesi børn gingið í grønlendskar barnagarðar og skúlar og høvdu verið við at gjørt manngarð um tað grønlendska málið.
Nógv hevði skjótt verið broytt í Grønlandi eftir at hetta land fekk sjálvstýri saman við okkum. Bert fyri at taka eitt dømi. Í Føroyum eiga fólk tey grundstykki sum tey byggja hús á. Í Grønlandi eigur eingin nakað grundstykki, men sleppur bara at leiga tað. Hetta óskil hevði sjálvandi verið avtikið tá somu reglur gjørdust galdandi í øllum ríki okkara.
Skuldi tað hent, at føroyingar vildu loyst frá Grønlandi ella øvut, so fer tað ið hvussu er at vera lættari hjá okkum at upploysa eitt ríki, har vit eru 48% av íbúgvunum enn at fara úr einum ríki, har vit bert eru 1/112 partur.
Zakarias Wang
valevni Sjálvstýris
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald