Jógvan Skorheim er ein rættiligur sjálvstýrismaður. Flokkurin er sprottin úr jólafundinum í tinghúsinum 1888, tá føroyingar reistu seg ímóti danska yvirvaldinum, sum vildi noyða danskt inn á okkum. Flokkurin hevur fyri mongum árum síðani sett sær fyri at fáa avtikið fólkatingssessirnar, og nú hevur Jógvan Skorheim stillað upp fyri at fáa hetta mál endaliga avgreitt.
Á einum vali boða veljararnir frá hvat teir halda um tað, sum valevnini siga.
Tað Jógvan sigur, er at vit ikki skulu hava umboð á fólkatingi, tí vit vilja heldur ikki hava at danir hava umboð á okkara tingi. Fyri at senda ein greiðan boðskap fer flokkurin ikki at taka sess á fólkatingi, men lata sessin standa tóman. Fólkatingsmaður floksins fer tí ikki at taka við løn frá donsku skattgjaldarunum og fer heldur ikki at søkja um stuðul frá danska statinum fyri hvørja atkvøðu sum hann fær á valinum.
Umboðsmaður floksins fer heldur ikki at geva nakra hátíðarliga váttan um at halda donsku grundlógina.
Fólkið í Føroyum hevur tí á hesum fólkatingsvali fingið tvinnar greiðar kostir í at velja. Annar er at velja sjálvstýri, sum sigur at vit ongar fólkatingsmenn skulu hava og tí ikki geva nakað lyfti um at halda grundlógina. Hin er at velja ein av hinum flokkunum og geva lyfti um at halda grundlógina.
Hetta er ikki hissini munur á flokkum.
Í aðrari fylkingini hava vit Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum kappast um at fáa veljararnar at greiða atkvøðu fyri monnum, sum standa kropp av kroppi fyri at sleppa at geva lyfti um at halda grundlógina. Afturfyri fáa teir løn frá danskarnum og pening frá statinum til at dálka alt landið við plakatum.
Samstundis tosa teir um, at teir vilja hava meir rásarúm í uttanríkismálum. Men hvat sigur tann grundlóg, sum teir geva lyfti um at halda? Jú, í grein 19 stendur, at stjórnin ræður í øllum uttanríkismálum. Hetta er veruleikin, og passar tað stjórnini kann hon nær tað skal vera taka allan samráðingarrætt frá okkum uttan mun til hvussu dugnalig okkara samráðingarfólk eru.
Eitt eru allir flokkar á tingi samdir um, og tað er at okkara unglingar ikki skulu noyðast at tæna herskyldu í danska herinum. Men hvat sigur tann grundlóg, sum Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava givið hátíðarligt lyfti um at halda? Jú, í grein 81 stendur, at hvør einasti víggjaførur maður við likami sínum hevur skyldu til at verja fosturlandið ??? og tað er fosturlandið Danmark, talan er um! Hóvar tað danska statinum at seta hesa skyldu í verk hjá okkum, nyttar tað einki hjá hesum flokkum at mótmæla, tí harvið bróta teir tað lyfti til danska statin, sum teir hava givið.
Men danski staturin stendur á leirfótum. Um so er at veljararnir í Føroyum taka undir við Sjálvstýri kemur spurningurin fram, hvønn rætt donsku ráðharrarnir nakrantíð hava havt til at lýsa grundlógina í Føroyum. Tá hevði komið fyri ein dag, at teir hvørki hava rætt til at skriva út fólkatingsval ella at krevja av okkum at geva lyfti um at halda donsku grundlógina, tí vit hava okkara egnu grundlóg, sum ikki kann broytast uttan av okkum og okkara grønlendsku landsmonnum.
Hesa tilgongd fram móti sjálvstýri eru tað bert vit sum kunnu fáa í lag.
Við at atkvøða fyri teimum flokkum, sum ganga undir donsku grundlógina og taka við donskum stuðli verður sjálvstýristilgongdin seinkað. Við at atkvøða fyri Sjálvstýri nærkast tann dagur, tá vit fáa tann rætt, sum vit í altjóðarætti hava til at stýra øllum viðurskiftum heima hjá okkum sjálvum og eisini hava ræði á okkara uttanríkispolitikki, soleiðis sum vit í heimsins tólvt størsta ríki hava uppiborið.
Zakarias Wang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald