Samfelagið hevur stóran tørv á fólki, sum tora at fara undir nýtt vinnuligt virksemi, og tað hevur týdning, at hesi kenna seg trygg, um okkurt óvæntað stingur seg upp, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, sum hevur sett ávikavist landsstýrismanninum við vinnumálum og landsstýriskvinnuni við almannamálum fyrispurning viðvíkjandi umstøðunum hjá íverksetarum og smærri vinnurekandi.
- ??ansæð um vit eru í almennum starvi, starvast fyri eina privata fyritøku ella eru sjálvstøðug vinnurekandi, so hava vit sama tørv á tryggleika á arbeiðsmarknaðinum. Men tíverri er tað so, at íverksetarar og smærri vinnurekandi kenna seg ótrygg á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Bæði beint nú, orsakað av korona og manglandi hjálparpakkum, men eisini undir vanligum umstøðum, orsakað av, at trygdarnetið sum heild er ov veikt, sigur Aksel V. Johannesen.
Í fyrispurningum til landsstýrisfólkini vil formaður Javnaðarfloksins hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at gera broytingar í mun til rættin hjá sjálvstøðugum vinnurekandi til at fáa útgjald úr Arbeiðsloysisskipanini og Barsilskipanini, og um landsstýriskvinnan ætlar at endurskoða dagpeningalógina.
Sum sjálvstøðugt vinnurekandi ber til at tekna eina arbeiðsloysistrygging fyri 3000 krónur um árið og eina barsilstrygging fyri 500 krónur um árið, um ein annars lýkur nakrar treytir. Men tað hoyrist aftur og aftur um sjálvstøðug vinnurekandi, sum detta niðurímillum, annaðhvørt tí tey ikki lúka treytirnar, ella tí at tey ikki hava verið vitandi um tryggingarmøguleikarnar. Eisini tá tað kemur til dagpeningaskipanina, eru tað fólk, sum ikki hava sama rætt sum onnur. Stjórar í smáum fyritøkum, sum hava nakað av arbeiðsmegi afturat sær, eru til dømis ikki fevnd av skipanini.
- Ein sjálvstøðugt vinnurekandi hevur eins og øll onnur tørv á einum trygdarneti, tá tað gongur ímóti, ella viðkomandi verður við barn. Tí vóni eg, at landsstýrisfólkini bøta umstøðurnar hjá smærri vinnurekandi sum skjótast, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald