Politikkur

Sjálvstøðug vinnurekandi fyri vanbýti í barsilsskipanini

...

2019-08-25 10:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

?? hesum døgum hoyrir man nógv gott um, hvat flokkarnir vilja gera við at bøta um barsilsskipanina m.a. at leingja hana til 52 vikur. Hesum taki eg fult undir við, tí tað er umráðandi, at vit geva okkara børnum og familjum bestu byrjan uppá lívið. Tó eru tað nakrar kvinnur og familjur, ið ikki eru nóg væl fevndar av barsilsskipanini. Hetta eru kvinnur, sum eru sjálvstøðug vinnurekandi, hárfríðkur, listakvinnur, handilskvinnur v.fl.

Tað, sum skal vera ein gleði fyri hesar kvinnur og familjur teirra gerst ein fíggjalig byrða. Hóast tað er møguligt hjá hesum vinnurekandi kvinnum at tekna sær eina trygging, so tær eru fevndar av barsilsskipanini, so er lítið eftir á bortlinjuni um mánaðin. Havi hoyrt um sjálvstøðug vinnurekandi kvinnu sum einans fær 10 kr úr frá barsilsskipaini, tí útgjaldið verður roknað eftir hvat viðkomandi vinnurekandi hevur í árs yvirskotið. Tað kann ikki vera rætt, at vinnurekandi skulu revsast fyri at hava vælrikna fyritøku og fíggjarligt yvirskot. Hvar eru vit tá á veg sum samfelag ?

Av tí sama fara fleiri av hesum kvinnum aftur í arbeiði eftir stuttari tíð, og einasti taparin er nýfødda barnið.

Hetta má og skal broytast sum skjótast. At vera innurekandi er hart frammanundan, og tí skulu hesi ikki revsast eyka frá tí almenna. Vit eiga at hava eina barsilsskipan, sum javnsetur øll, og har øll fáa somu sømdir, almenn sum privat. Somuleiðis eiga vit at taka táttin upp at hækka markið 25. 000 kr, ið man fær frá barsilsskipanini um mánaðin. Lønarlagið er broytt munandi seinnu árini, og hetta markið eigur tí at endurskoðast. Hesum vil eg arbeiða fyri at fáa broytt.

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder