Politikkur

Sjálvboðin heilsuhjálp

...

2019-08-25 10:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava hópin av einstaklingum og ítróttarfeløgum sum gera eitt megnar sjálvboðið arbeiði innan ítróttina og heilsu. Gev hesum eldsálum og feløgum stuðul, tí hetta er ein sera bílig fyribyrgjandi loysn. Verður hesin partur av ???heilsuverkinum??? uppraðfestur, verða vit lønt aftur fleiri ferðir.


Heilsuverkið eigur at fáa hægstu raðfesting. Vit skulu hava eitt samvirkið heilsuverk við hágóðsku-veitingum og við tryggleika fyri allar landsins borgarar. Sjúklingurin skal vera í fremstu røð. Skjót útgreining av sjúklinginum er avgerandi.

Ein avgerandi fyritreyt fyri at veita heilsutænastur á hægsta stigi er at skapa allarbestu karmar til heilsufakligu starvsfólkini. Tað skal gerast við at stuðla einum mennandi fakligum umhvørvi, herundir at leggja dent á eftirútbúgving og heilsutøkniligar útbúgvingar.

Fólkaflokkurin vil eisini at vit veita viðgerðartrygd og at endurvenjingin verður styrkt. Hetta eigur at verða ein sjálvfylgja, tí fólk gerast sjúk og hava brúk fyri skjótari og góðari hjálp. Hetta skulu vit bjóða okkara borgarum í einum so ríkum og framkomnum landi sum Føroyum.

Ein sera týðandi partur av heilsuverkinum er eisini tann fyribyrgjandi parturin. Av samlaðu játtanini innan heilsuverkið, fer ein brøkpartur til fyribyrging.

Og ikki minst hevur ítróttur nógv at siga fyri heilsuna. Fólkaheilsuráðið hevur sett fokus á hetta økið, og heiti sum Heilsufótbóltur og Rørslufagnaður er vorðin partur av gerandisdegnum. Vit síggja eisini nógv onnur heilsutiltøk kring landið innan alskyns ítrótt, til frama fyri likamsvirkni.
Fólkaheilsuráðið ger eitt megnar arbeiði og eigur at fáa neyðugu pengarnar til virksemi.

Vit eiga at minnast til, hvussu nógv gagn ítróttarfeløgini gera fyri okkara heilsu og heilsuverk. Ein alstórur sjálvboðin innsatsur av øllum teimum, sum brenna fyri hesum.

Tí fari eg at arbeiða fyri, at heilsa og ítróttur fáa bestu karmar, og at øll síggja týdningin av hesum arbeiði, sum sparir samfelagnum fyri nógvar pengar.

Bjartur Nolsøe, valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder