Politikkur

Sjálvandi má fólkatalið veksa mest í og kring høvuðsstaðin

...

2020-05-15 09:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað sigur seg sjálvt, at ein býur má veksa skjótast, har landskassin seinastu árini hevur brúkt umleið eina milliard til ein skúladepil og eina milliard afturat til eitt sjúkrahús, og har almenna bústaðafelagið hevur bygt tveir triðingar av sínum íbúðum. Við hesum einvísa sentralistiska hugburði viðvirka landsstýrið og løgtingið til, at fólkatalið í høvuðsstaðnum og økjunum kring hann veksur nógv mest.

Nú um dagarnar er komið fram í miðlunum, at í høvuðsstaðnum og økjunum, sum satsa uppá at verða forstaðir til Havnina, veksur fólkatalið mest, bæði lutfalsliga og í reinum tølum. Ein góður triðingur av Føroya fólki býr í Havn, Hoyvík og á Argjum, men hesi pláss fara nú avstað við góðum helmingi av samlaða fólkavøkstrinum.

Ein slík sentraliseringsgongd er væl kend í øðrum londum, og tí verður ein ikki bilsin av hesum, men sum býráðslimur í næst størstu kommunu í landinum, Klaksvíkar kommunu, kenni eg tað sum mína ábyrgd at gera vart við, at okkara fólkavaldu landsmyndugleikar, sum sita á løgtingi og í landsstýri, aktivt viðvirka til og styrkja hesa sentralisering.

Leggið fleiri landsstovnar í aðrar býir kring landið!

Undanfarna landsstýri segði, at tað ikki fór at flyta nakran landsstovn, sum er í høvuðsstaðnum, út í aðrar landspartar, men so løgdu tey afturat, at ísv. nýggjar landsstovnar vóru tey sinnað at staðseta hesar aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum, júst fyri at tálma sterku sentraliseringini.

Stutt eftir hesa útsøgn yvirtóku Føroyar familjurættarliga økið, og ein nýggj føroysk Familjufyrisiting skuldi setast á stovn, so nú var lagamanni hjá landsstýrinum at halda síni lyfti, men nú fekk pípan eitt annað ljóð. Hesin nýggi føroyski landsstovnur mátti og skuldi staðsetast í Havn.

Sum býráðslimur í Klaksvík kenni eg tað sum mína skyldu at heita á landsstýri og løgting um í munandi størri mun enn higartil at leggja stovnar í aðrar býir enn bara Havnina og á tann hátt at virka fyri framhaldandi fjøltáttaðari búseting og dynamikki í landi okkara.

Gevist við at seta nýggj íløgumet í Glasir, LS og Setrið, og latið t.d. KS og TSK fáa tiltrongdar útbyggingar, so vit ikki bara menna sjúkrahús og skúlar í Havn, men eisini í Klaksvík!

Áleggið Bústøðum at byggja úti um landið!

Nú ein dagin kom formaður Javnaðarfloksins fram við áheitan á løgting og landsstýri um at geva almenna bústaðafelagnum, Bústaðir, meira pening og fígging til at byggja fleiri bústaðir.

Hesum uppskoti kann eg einans taka undir við, um raðfestingarnar hjá Bústaðir verða grundleggjandi broyttar, tí higartil hevur hesin landsstovnur bygt ca. tveir triðingar av sínum íbúðum til tann eina triðingin av Føroya fólki, sum býr í høvuðsstaðnum, meðan restin av landinum, har tvífalt so nógv fólk búgva, bert fær triðju hvørja íbúð, sum Bústaðir byggja.

Hetta ger almenna bústaðafelagið, sjálvt um privata vinnan byggir hundraðtals íbúðir so at siga einans í høvuðsstaðnum.

Sum býráðslimur í Klaksvík kenni eg tað sum mína skyldu ??? um so verður, at Bústaðir fær meir fígging til at byggja fyri ??? at heita á landsstýri og løgting um at umskipa og áleggja Bústøðum, at í minsta lagi tveir triðingar av íløgum og byggingum stovnsins skulu gerast kring landið.

Løgting og landsstýri mugu raðfesta Føroyar!

Vit fólkavaldu í kommunustýrunum kring landið, gera okkara ítarsta til at skapa eina menning og framburð í kommunu og lokalsamfelag okkara, eisini fólkavøkstur. Men tá tað kemur til raðfestingarnar hjá landinum, hava vit onga ávirkan.

Tá tað kemur til almennar stovnar og størv og almenna bústaðafelagið er tað bara løgtingið og landsstýrið, sum kunnu geva økjunum og býunum kring landið teirra uppiborna lut í landskassans raðfestingum.

Og hetta er alneyðugt, um vit sum land skulu varðveita okkara fjøltáttaðu búseting og tann dynamikk, sum livandi landspartar og lokalsamfeløg geva landi okkara.

14. mai 2020

Herfrí Sørensen

Býráðslimur, Klaksvíkar kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder