Í dag viðger Løgtingið uppskot frá Tjóðveldi, um at kvinnur og menn skulu javnsetast, tá umræður pensjónir og tryggingar.
Í Føroyum er støðan tann, at pensjónsfeløgini velja, at gera mismun á útgjaldinum til kvinnur og menn. Víst verður til, at kvinnur í miðal liva longur enn menn. Men tað ger so, at rinda ein kvinna og maður somu upphædd inn til pensjón, so fær maðurin áleið 13% hægri mánaðarligt pensjónsútgjald.
Og tá er øll fíggjarliga støðan ikki eingongd tikin við. Afturat hesum, so eru pensjónsuppsparingin og lønarinntøkan hjá kvinnum lægri. Tí eru kvinnur nógv verri fyri fíggjarliga, enn menn, tá tær koma í pensjónsaldur.
Í ávísan mun verður mismunur eisini gjørdur á kvinnum og monnum, tá umræður summar tryggignar, men fyri flestu tryggingar verður munur ikki gjørdur. Nevnast kunnu eitt nú biltryggingar, har kvinnur hava væl færri skaðar enn menn, men hóast hetta, so rinda bæði kvinnur og menn tað sama, og fáa tað sama útgoldið, tá umræður skaða.
Samanumtikið er støðan í dag ikki røtt, tí sjálvandi eiga føroyginar allir somu samfelagsrættindi, og rætt at liva við sømd í føðilandi sínum.
Besta loysnin var, um tryggingar- og pensjónsfeløgini sjálvi tóku stig til at rætta verandi støðu, og javnseta kvinnur og menn. Um hetta ikki letur seg gera, uttan so, at lógarbroyting verður framd, so eiga neyðugar lógarbroytingar, at verða gjørdar.
??? Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald