2020-10-11 21:26

Tann 08.10.2020 fann Anita Arge ein sera sjáldsaman eiturkopp á einum fóðursekki, man kann undrast á at hon sá hann, tí hann var bert 4 mm til støddar.
Eiturkoppurin kallast Stórur lopeiturkoppur (Marpissa muscosa) og er hettar ein hon. Stórur lopeiturkoppur kann verða sera fjølbroyttur á at líta og tí sendi eg eina mynd av eiturkoppinum til Danska eiturkoppa serfrøðingin Jørgen Lissner sum kundi siga okkum, at talan var um Stor springedderkop sum hann kallast á Donskum.
Stórur lopeiturkoppur er bert skrásettur í Føroyum tríggjar ferðir áður, hettar er sostatt fjóra skrásetingin av hesum sjáldsama lopeiturkoppi her á landi.
Enn er hann bert funnin innandurða og einans í Havn, møguligt er at hann finnist í Føroysku náttúruni men hettar er ikki staðfest enn, hann er bert 4 - 12 mm til longdar so hann kann lættliga verða yvursæddur.
Stórur lopeiturkoppur finnist í náttúruni í øllum Europa við undantakið frá ??slandi, Føroyum, ??rlandi og Finnlandi, og hann finnst í Russlandi, Turkalandi og heilt yvur til sentral Asia og Japan.
Sum navni vísur til, so leypur hettar eiturkoppa slagi frá goymistaði sínum á insektir og onnur smákykn fyri síðan at lamma tey við at sproyta gift í tey, Lopeiturkoppar kunnu leypa 20 - 25 ferðir sína kropslongd við eini ferð sum svarar til áleið 80 km/t.
Lopeiturkoppar eru sum aðrir eiturkoppar nyttudjór, hettar tí at teir taka insektir og onnur smákykn sum vit helst vilja verða fyri uttan og sum aðrir eiturkoppar her á landi, so eru teir púra ófarligir fyri okkum mennisku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald