Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinna, skrivar í eini blaðgrein nú um ársskiftið, at hon fegnast um, at sjókortmyndugleikin kom á føroyskar hendur á nýggjárinum.
Tað er ein partur av heimastýrisskipanini, at vit skulu kunna yvirtaka málsøki, so hvørt sum vit eru klár til tað, so í somáta er einki galið við yvirtøkum. Men tíverri vísir tað seg alt ov ofta, at yvirtøkurnar eru illa fyrireikaðar. Yvirtøkan av sjókortum er dømi um tað.
Settu ikki pengar av
Tann 26. oktober 2018 legði Aksel V. Johannesen, løgmaður, uppskot fyri løgtingið um at yvirtaka kortmyndugleikan. Í viðmerkingunum til uppskotið stóð, at kostnaðurin av at yvirtaka landkortini fór at liggja um 2,6 mió. krónur, og at yvirtøkan av sjókotunum fór at kosta í minsta lagi 5,6 mió. krónur. Í viðmerkingunum stóð eisini, at landkortini skuldu verða umsitin av føroyska umhvørvismyndugleikanum, men framvegis var støða ikki tikin til, hvør skuldi umsita sjókortini.
At yvirtaka sjókort er ikki bara sum at siga tað. Viðurskifti á sjónum kunnum broytast (til dømis í sambandi við havnaútbyggingar), og tí er umráðandi, at kortini alla tíðina eru dagførd. Til hetta krevjast bæði útgerð og førleikar. Men undanfarna samgonga sum valdi at yvirtaka henda myndugleikan frá 1. januar 2020, valdi ikki at seta eina krónu av á fíggjarlógini fyri 2019, til at fyrireika yvirtøkuna.
Tá nýggja landsstýrið tók við í september í ár, var somikið stutt tíð eftir til yvirtøkudagin, at stundir vóru ikki at gera neyðugu fyrireikingarnar. Vit valdu tí at biðja løgtingið um 400.000 krónur til hetta arbeiðið, tí mett var ikki, at vit kláraðu at brúka fleiri pengar tað ið eftir var av árinum.
Men Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn (sum høvdu tikið stig til yvirtøkuna) atkvøddu ímóti uppskotinum til eykajáttan. Í minnilutaálitinum frá fíggjarnevndini skrivaðu teir tríggir flokkarnir, at við uppskotinum um eykajáttan royndi landsstýrið at fáa úrslitið fyri 2019 at gerast verri enn tað veruliga var, og samtíðis at pynta úrslitið av fíggjarlógini fyri 2020. Men í hesum førinum var talan um tað øvugta. Tað vóru teir tríggir andstøðuflokkarnir, sum í farna valskeiði høvdu biðið um eina yvirtøku, sum núverandi samgonga noyðist at gjalda. ??treiðslur í 2019 blivu fluttar til 2020.
Soleiðis eiga yvirtøkur ikki at verða gjørdar
Vit skulu nokk syrgja fyri at fáa nakað gott burturúr kortmyndugleikanum. Málsøkið er komið á føroyskar hendur frá 1. januar, men enn mugu danir gera ein stóran part av arbeiðinum, tí undanfarna landsstýri spardi tær neyðugu fyrireikingarnar burtur.
Umhvørvisstovan og Geodatastyrelsen hava gjørt eina samstarvsavtalu, um at Føroyar so við og við skulu yvirtaka sjókortmyndugleikan, meðan Umhvørvisstovan byggir upp eina fyrisiting av økinum.
Sirið Stenberg kann fegnast um enn eina yvirtøku eftir Heimastýrislógini, og alt gott um tað. Men núverandi landsstýri situr eftir við fyrireikingararbeiðinum ??? og rokningini.
Hetta er enn eitt dømi um, hvussu yvirtøkur ikki skulu gerast.
Helgi Abrahamsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald