Mentan

Signy A. Hermansen fyrstilærari í Kaldbaks skúla

...

2015-12-01 22:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Signy A. Hermansen í starvið sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla frá 1. januar 2016 at rokna.

Signy A. Hermansen er 40 ára gomul og býr í Havn. Hon tók læraraprógv í 2012 og hevur eftir lokna útbúgving starvast sum lærari í Skúlanum á Giljanesi. Frá 1. mai til november í ár var hon tó partur av leiðsluni og røkti starvið sum varaskúlastjóri. Eisini hevur hon ymisk viðkomandi skeið, tað skrivar mmr.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder