Vinna

Sigliárið 2019 hjá Magnusi Heinasyni

...

2020-01-14 12:04 Author image
placeholder

Hav.fo: Magnus Heinason var liðugur at gera sínar árligu kanningar tann 9. november 2019, 22 túrar íalt.

Mitt í myndini niðanfyri síggjast slóðirnar, har Magnus Heinason hevur siglt í 2019. Litirnir á slóðunum eru ymiskar, alt eftir hvat slag av rannsókn, talan er um. Tað sum varð gjørt á hvørjum túri kann lesast nærri um við at trýsta á slóð-myndina fyri hvønn túr sær.

Magnus Heinason byrjar aftur í februar 2020, og áðrenn ta tíð verður neyðugt viðlíkahaldsarbeiði gjørt umborð.

Í summar verður nýggja rannsóknarskipið, ???Jákup Sverri???, liðugt. Tað fer eftir ætlan í sigling eftir summarfrítíðina. Fyri at kalibrera millum gamla og nýggja rannsóknarskipið, verða nakrir túrar gjørdir samstundis við báðum skipunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder