Vinna

Siga seg hava krav uppá fulla løn, men tað fáa tey ikki

...

2020-04-25 09:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í Degi og viku í gjárkvøldið var eitt innslag, har tosað var um støðuna á flogvøllinum, nú ein stórur partur av starvsfólkunum á Vága Floghavn eru koyrd heim ella niður í tíð og harvið hava stóran lønarmiss.

Umboðini fyrii starvsfólkini á Vága Floghavn vístu í Degi og viku á, at tey hava krav uppá fulla løn, men tað fáa tey ikki, tað viðførir stóra ónøgd millum starvsfólkini, segði Torstein á Steig, sum er starvsfólkaumboð á flogvøllinum.

Hinvegin so tvíhelt stjórin á Vága Floghavn - Regin I. Jakobsen - um, at flogvøllurin er eitt privat arbeiðspláss, og at rættindini hjá tænastumonnum ella tænastumannalíknandi settum ikki er galdandi, hann tvíhellt eiisini um, at coronapakkin hjá ALS gevur rætt til, at seta fólk niður í løn. Hann segði seg eisini at vera grundleggjandi ósamdur við fakfeløgini, sum siga, at limir teirra hava rætt til fulla løn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder