LV -TUNNILSGERÐ: Seinasta arbeiðstøka í sambandi við Viðareiðistunnilin er nú komin til høldar, og tað var El-Service av Skála, ið átti lægsta boð og fekk arbeiðið. Viðareiðistunnilin verður klárur at koyra ígjøgnum longu í summar. Eitt heilt ár framman undan upprunaligu ætlanini.
Íbúgvarnir á Viðareiði nýtast ikki longur at óttast komandi vetur eftir Viðareiðisvegnum, tí longu í summar kann nýggi tunnilin til bygdina takasta í nýtslu.
Í dag undirskrivaðu stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, og stjórin í El-Service, John Eli Olsen, seinastu arbeiðstøkuna, ið fevnir um alt elarbeiðið í tunlinum. El-Service átti lægsta boð, ið fevnir um at seta upp ljós og trygdarútgerð í tunlinum. Arbeiðstøkan er á slakar 7,3 mió. krónur.
Fyri at fáa betri rakstur og lægri elnýtslu, verða sett upp orkusparandi led-ljós, ið eru tey fyrstu av sínum slagi í Føroyum.
Arbeiðið við nýggju viðareiðisfarleiðini hevur gingið avbera væl. So væl, at tunnilin kann takast í nýtslu longu í ár, sum er eitt heilt ár áðrenn upprunaligu ætlanina.
Nýggja farleiðin fevnir um ein umleið 1.950 metrar langan tunnil við portalum og 3.700 metrar tilkoyringarvegir Hvannasundsmegin og úr Miðdali til bygdina á Viðareiði.
- Hóast nógvar avbjóðingar ??? eitt nú við tunnilsmunnarnar ??? har neyðugt var at flyta munnan hvannasundsmegin orsakað av truplum lendisviðurskiftum, eins og at gera aðrar broytingar í verkætlanini, so er við góðum samstarvi við arbeiðstakararnar at fáa ein tunnil, ið lýkur øll krøv og kostnaðarætlan, lidnan langt áðrenn tíð, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.
Høvuðsarbeiðstakari er Í/F Viðareiðistunnilin, ið er eitt samtak millum føroyska Articon og norska LNS.
Seinastu ferðslutølini, sum eru frá 2012, vísa, at tað koyrdu 432 akfør um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er ferðslan mett at vera komin upp í 510 bilar.
Í sambandi við verkætlanina varð sagt, at verandi vegur til Viðareiðis liggur nógvastaðni í brattlendi, og trupulleikar standast javnan av, at grót rullar á vegin. Bæði skriðu- og skalvalop koma fyri, har tað onkuntíð hevur verið neyðugt at steingja vegin í upp til fimm dagar. Við nýggju farleiðini verður hesin vandin burtur.
Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er 162 mió. krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald