2016-04-06 13:29
Búnaðarstovan: Hósdagin 31. mars 2016 vóru vit á fjalli í
Heygshaga og góvu heilivág, og vigaðu vit eisini allan seyðin. ??rnar eru farnar
300 gram aftur síðani seinasta fjall 10. februar 2016. Miðalvektin hesaferð var
45,5 kg móti 45,8 kg í februar. Í mars mánað í fjør vigaðu ærnar 42,4 kg, tað
vil siga at munurin í millum somu tíðir í fjør er 3,1 kg . Veðrið hevur verið
sera lagaligt í ár, í mun til í fjør, og er hetta helst orsøkin til, at
seyðurin er so væl fyri í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald