Mentan

Seyðurin á Búnaðarstovuni er betri fyri enn um somu tíð í fjør

...

2016-02-20 00:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikudagin 10. februar 2016 skannaðu og vigaðu vit áseyðin í Heygshaga ??? tilsamans 174 ær. Skanningin vísti, at 159 ær eru kvidnar, har av eru 37 tvílembur og 121 einlembur. Av tvílembunum er ein gjólingur, og av einlembunum eru 16 gjólingar. Av 26 gjólingum vóru 8 geldir, og av 141 óm vóru 7 geldar, tað ger, at skannaða lambatalið í Heygshaga blívur 1,1 í 2016

 

??rnar eru væl betri fyri í ár enn í fjør. Miðalvektin í ár er 45,8 kg móti 43,6 kg í fjør, og er hetta samstundis hægsta vekt, síðan vit byrjaðu at vigað seyðin í februar mánað.

 

 

Fyrstu ferð vit vigaðu ærnar í desember mánað var í fyrraárið í samband við blóðroyndir, av tí sama valdu vit at viga í desember í fjør eisini.

 

Av tí at tíðarskeiði desember ??? februar, sum vit fyrr hava viga í, er heldur drúgt, og fyri at fáa so neyva skráseting sum gjørligt, hava vit valt at vigað ærnar í januar mánað eisini.

 

Stórur spurningur hevur tikið seg upp, hvat munurin er á náttstaðnum seyði og á turrum og vátum seyði. Higartil hevur tað ikki eydnast okkum at kanna munin á vátum og turrum seyði. Men hava vit fingið til vega munin á seyði beinleiðis úr haganum og náttstaðnum seyði, t.v.s. seyðurin hevur staðið inni í eitt døgn við fríðari atgongd til vatn. Munurin er 2,6% av livandi vekt, tað merkir, at umrokningarfaktorurin er 1,0267 av náttstaðnari vekt í mun til seyð beint úr haganum. Tá tølini fyri vátan og turran seyð fyriliggja, vilja tey, saman við tølunum fyri náttstaðnum seyði mótvegis seyði beinleiðis úr haganum, kunnu vit vigað seyðin sama hvat veðrið er.

 

Hetta er vitan, sum er góð at hava, tá seyður skal býtast um heystið, har hagin er feli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder