
Naka fyri miðdagsleitið í gjár var ein ær árend á vatnavegnum og bilurin fór rættuliga illa, óhappi hendi við leitisrætt.
Hóast hegna er á báðum síðum fram við vatnavegnum, so kemur tað fyri at seyður er á vegnum, um trupuleikin er at tað bert eru spentir tríggjir tráðir har bilverja er sett upp ella um tað er "rørportruni" har brúktir eru skinnarar í staðin fyri rør skal verða ósagt, men eyðsæð er, at tann loysnin sum er brúkt á vatnavegnum ikki gerð vegin tryggari, heldur øvugt, hettar tí at seyðurin nú følur seg kroystan tá ið hann fyrst er komin inn á vegin og ikki sleppur av aftur vegnum.
Eitt annað sum eg ofta síggji er, at í slíkum støðum trýsta bilførðarar ofta á floytuma og tað ger bert støðuna verri, tí tá blívur seyðurin bangin.
Sjálvt um sýni er sera gott á hesum vegastrekkinum so bleiv ærin árend, helst er slík støða og ferð orsøkin til óhappi sum átti at verði umgingist
Tað er stórur missur fyri eigaranar tá ið seyður verður ákoyrdur, ikki bert missa teir ærina og lambi sum vóru árend, men teir skullu eisni seta eitt lamb við í heyst sum annars átti at verði tikið til býtis, so her er missurin tríggjir seyðir.
Orð og myndir: Rodmund á Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald