Mentan

Sevmýra er nú kampingpláss

...

2016-04-25 08:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í vikuskiftinum kom lív í aftur úti á Sevmýri, Tað sum fyrr var stoltið heimavøllurin hjá TB, er nú vorin kampingpláss.

Í 1953 fekk TB økið á Sevmýru, har teir gjørdu fótbóltsvøllin, í 1979 fekk TB boð frá FSF um, at um ikki umfatandi ábøtur vórðu gjørdar á vøllin, so fekk TB ikki loyvi at nýta vøllin. Ábøturnar vórðu gjørdar soleiðis at vøllurin var klárur aftur til kappingina í 1980. Í 1989 varð kunstgras lagt á á Sevmýru, vøllurin var so brúktur til nýggjur vøllur varð gjørdur fyri stuttum við Stórá í Trongisvági.

Nú verður Sevmýra karmur um kampingpláss, økið liggur sera væl og umstøðurnar har eru frálíkar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder