JN

SEV: Fimm myllur reistar í Suðuroy

...

2020-08-29 13:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fimm myllur reistar í Suðuroy

 28-08-2020
Arbeiðið at reisa myllurnar krevur góð veðurlíkindi, og higartil eru fimm av sjey myllum reistar í Porkerishaganum

Fimm sokallað myllutorn eru reist, og veingir eru monteraðir á tvær av myllunum.

 

Í sambandi við nevndarfund, sum varð hildin á Vágsverkinum hósdagin 27. august, nýtti nevndin í SEV høvið at vitja í Porkerishaganum, har arbeitt verður við vindmyllulundini hjá SEV í løtuni. 

 

Nevndin í SEV: Marin Katrina Frýdal, John Zachariassen, nevndarformaður, Jónsvein Hovgaard, Hans Jacob Johannesen, næstformaður, Sune Jacobsen og Poul Klemmentsen. Kristian Eli Zachariasen, nevndarlimur, luttók á fundinum umvegis Teams.

 

 

 

Fjøllini í baksýni eru Lágfelli, Hvannafelli og Borgarknappur.

 

 

 

 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder