Politikkur

Seta ferð á dagføring av øllum donskum lóggávuverki á heilsuøkinum

...

2020-01-28 07:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsstýrismaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen boðar frá, at fleirikunngerðir á hansara málsøki nú eru lýstar og settar í gildi fyri Føroyar. Hetta er alt partur av arbeiðinum at dagføra danska lóggávu í Føroyum. Eftir at ???Sundhedsloven??? og ???Autorisationsloven??? vórðu settar í gildi í Føroyum, er neyðugt at dagføra lógarverkið við at seta í gildi allar tær kunngerðir, ið hoyra til hesar lógir. Fýra kunngerðir eru lýstar nú, ímeðan fleiri vórðu lýstar og settar í gildi í mai 2019.

Tær kunngerðir, ið nú eru lýstar, eru:

·Bekendtgørelse for Færøerne om kosmetisk behandling.

·Bekendtgørelse for Færøerne om dødens konstatering ved uopretteligt ophør af al hjernefunktion

·Bekendtgørelse for Færøerne om krav til sundhedsmæssige forhold på dag- og døgninstitutioner, hvor der ikke ydes sundhedsfaglig behandling

·Bekendtgørelse for Færøerne om offentliggørelse af påbud givet som led i Styrelsen for Patientsikkerheds tilsyn med sygehuse, klinikker og andre behandlingssteder

???Bekendtgørelse om kosmetisk behandling??? ásetir reglur um krøv til tær viðgerðarstovur, ið bjóða kosmetiska viðgerð til føroyingar. Tað verður frameftir ikki lov at veita kosmetiska viðgerð uttan, at nøkur neyv ásett krøv eru uppfylt, og at viðgerðarstovan er góðkend av Styrelsen for Patientsikkerhed. Kosmetisk viðgerð er viðgerð, sum hevur til endamáls at broyta ella bøta um útsjóndina hjá fólki. Undir kosmetiska viðgerð kemur millum annað plastikk skurðviðgerð, botoxviðgerð ella burturbeining av óynsktum hárvøkstri og feitti.

???Bekendtgørelse om dødens konstatering??? ásetir reglur um, nær og hvussu staðfestast kann, at ein persónur er deyður. Heilsuverkið hevur í langa tíð sóknast eftir greiðum reglum á hesum økinum.

Kunngerðirnar koma í gildi 1. februar 2020.

Landsstýrismaðurin sigur, at hóast samstarvið við donsku myndugleikarnar hevur verið gott, hevur arbeiðið tikið rúma tíð. Neyðugt hevur verið við drúgvum samskifti við donsku myndugleikarnar, áðrenn kunngerðirnar kundu verða settar í gildi fyri Føroyar. Landsstýrismaðurin fer at seta ferð á arbeiðið við at dagføra allar danskar lógir og kunngerðir, sum hava við heilsuøkið at gera. Hann fegnast um, at kunngerðirnar loksins eru lýstar, og at komið er á mál, so at tey krøv og stýringaramboð, ið kunngerðirnar fevna um, nú kunna setast í verk.

Farið verður í holt við at kunna viðkomandi stovnar og viðgerðarstøð í Føroyum um, hvat kunngerðirnar fevna um, sum nú verða settar í gildi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder