Lýsing

Set pening inn og tak evrur út í sjálvtøkum

...

2020-06-29 11:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Visti tú, at tær flestu av okkara sjálvtøkum bæði kunnu brúkast til at seta pening inn og taka út? Seinastu árini hava vit dagført sjálvtøkurnar, og tí kanst tú nú bæði seta pening inn og taka krónur og evrur út í sjálvtøkunum í Sandavági, Saltangará, Klaksvík, á Tvøroyri umframt á Oknarvegi og Áarvegnum í Havn.

BankNordik vil fegin vísa á møguleikan, at nú eisini ber til at seta pening inn í sjálvtøkuna í Sandavági og taka evrur út - Ein góður møguleiki fyri øll í Vágum.


Eisini eru tað nógv ferðandi á flogvøllin, sum kundu nýtt møguleikan, at seta pening inn ella heva evrur. sigur BankNordik í tíðindaskrivi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder