Politikkur

Sendimaður Føroya í Ísrael byrjaður í starvi

...

2020-12-01 12:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag, 1. desember, tekur John Rajani við starvinum sum sendimaður Føroya í Ísrael.

Sendimaðurin fer í vikuni til Ísraels at gera fyrireikingar og kanningar í sambandi við, at sendistovan letur upp. Sendistova Føroya í Tel Aviv letur eftir ætlan upp fyrst í januar.

Arbeitt verður við at fyrireika eina føroyska vinnuferð til Ísraels. Vinnuferðin verður so skjótt umstøðurnar viðvíkjandi COVID-19 loyva tí.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder