
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkarannahava í morgun skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019, og handaðu partarnir hvørjum øðrumsáttmálakrøv á fundi hin 10.10.2019. Síðan tá hava partarnir verið á 5 fundum, til partarnir ímorgun skrivaðu undir semju um nýggjan sáttmála.
Ásannandi, at búskaparligu framtíðarútlitini enn eru óviss í kjalarvørrinum av covid-19, valdupartarnir at gera ein eitt ára sáttmála, ið sostatt er galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober2019 til 1. oktober 2020.
Nýggi sáttmálin byggir á eina lønarhækkan í krónum. Handverkarar, ið eru á stigunum 1-27fáa kr. 795,00 omaná mánaðarlønina, meðan handverkarar, ið eru á stigunum 28-40 fáa kr.595,00 omaná mánaðarlønina.
Tórshavn, 29.06.2020Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald