2020-07-08 13:32

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið hava seinnapartin skrivað undirsemju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019, og handaðu partarnir hvørjum øðrumsáttmálakrøv á fundi hin 24.02.2020. Síðan tá hava seks fundir verið millum partarnar, og ídag varð semja um nýggjan sáttmála undirskrivað.
Talan er um eina 3 ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.
Tann 1. oktober 2019 hækkar lønirnar 2,56%
Tann 1. januar 2021 hækkar lønirnar 2,05%
Tann 1. oktober 2021 hækkar lønirnar 1,25%
Í semjuni er eisini áseting um broyting av orðing í §1, stk. 2 um viðbøtur.
Tórshavn, 08.07.2020
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald