Politikkur

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

...

2020-11-09 09:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum og ??luva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, undirskrivaðu klokkan 15.30 í dag ein nýggjan sáttmála millum partarnar. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. januar 2023.

Fyri Fíggjarmálaráðið hevði tað sera stóra týdning, at nýggi sáttmálin kundi haldast innan fyri ásetta lønarkarmin á 5,8 prosent. Longdin á sáttmálanum, trý ár og tríggir mánaðir, vísti seg at vera ein háttur loysa verkfalsstøðuna.

Lønarhækkingarnar í nýggja sáttmalanum eru innan fyri karmin, samstundis sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur fingu nøkur av sínum krøvum ígjøgnum.

Fíggjarmálaráðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder