2020-01-28 07:35

Starvsmannafelagið: Eftir at hava tosað við partarnar hvør sæð hava semingsmenninir Terje Sigurdsson (h.m.) og Símun Absalonsen avgjørt at boða pørtunum til seming eftir døgverða í dag.
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið vóru boðin til innleiðandi samráðingar seinasta mikudag. Semingsmenninir hava tosað við partarnar hvør sær og hava brúkt tíðina at kanna møguleikarnar fyri semju.
Í dag verðir so farið undir semingina, har báðir partar eru undir somu lon og til samráðingar samstundis. Semingin verður á Hotel Hafnia.
Tað var Fíggjarmálaráðið sum boðsendi semingsstovninum. Starvsmannafelagið metti ikki at allir møguleikar vóru troyttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald