JN

Seks nýggir smittutilburðir í gjár

...

2021-01-03 12:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tað er enn óvist, hvussu fimm teirra eru blivin smittað. Helst hava tey fimm verið í sambandi við hvør annan. Ein persónur hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanning á triðja degi. ??ll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 839 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 201.388 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 620 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 564 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 56 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder