JN

Seks nýggir smittutilburðir í gjár

...

2020-12-23 23:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Fýra teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tveir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum, og fingu staðfest smittuna við kanning á ávíkavist 3. og 5. degi eftir komu. ??ll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1882 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 188.976 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 556 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 526 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 30 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder