Mentanarhús á Tvøroyri og í Miðvági, føroyskur talukennari, dokumentarfilmur og nýggj orðabók er tær verkætlanir, Javnaðarflokkurin í gjárkvøldið gjørdi avtalu um við donsku stjórnina
Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á fólkatingi
???Pakkhús 18??? á Tvøroyri skal setast í upprunaligan stand, nýtt sjósavn og mentanarhús skal byggjast í Miðvági, og føroyski talukennarin skal gerast liðugur. Tað er endamálið við semjuni, sum Sjúrður Skaale vegna Javnaðarflokkin gjørdi við danska fíggjarmálaráðharan, Nicolai Wammen, í gjárkvøldið. Samlaða upphæddin er 18,2 milliónir.
Harumframt er Javnaðarflokkurin partur av tveimum øðrum avtalum, sum allir fýra norðuratlantisku tinglimirnir hava gjørt við stjórnina. Tær snúgva seg um framleiðslu av dokumentarfilmum og eina føroyska, grønlendska orðabók. Samlaða upphæddin er 28,8 milliónir.
Danska fíggjarlógin verður løgd fram í dag, so avtalurnar, sum blivu gjørdar í gjárkvøldið, vóru millum tær síðstu at fáa upp á pláss.
11 mió. til Pakkhús 18
Pakkhús 18 er, saman fleiri øðrum bygningum í sama øki, søguliga sæð millum mest áhugaverdu bygningar í landinum. Hann var partur av Thomsen reiðarínum, ið hevði Kongaliga Einahandilin frá 1836 til 1856 sum kjarnu.
Allir bygningarnir í hesum øki siga politisku søguna um Kongaliga Einahandilin; vinnusøguna um tá Føroyar fóru frá landbúnaði til fiskivinnu; søguna um Føroya fyrstu veruligu arbeiðarastætt; um Føroya fyrstu fakfeløg og um tað mentanar- og ítróttarlív, sum spratt á Tvøroyri.
Pakkhús 18 varð fyrr í ár latið Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavni, sum hevur gjørt av at seta hann í stand. ??tlanin er, at Pakkhúsið, saman við hinum søguliga bygningunum, skal nýtast sum eitt savn, ið lýsir Tvøroyrar og Føroya søgu, eins og tað skal hýsa mentanarligum tiltøkum. Eingin ivi er um, at hetta kann gerast ein stórur møguleiki fyri eitt nú ferðavinnuna.
Avtalan við donsku stjórnina er gjørd í samráð við Kára Jespersen frá Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavni, og verður stuðlað av Tvøroyrar Kommunu.
Játtanin til at gera Pakkhús 18 í stand er 11 milliónir yvir fýra ár.
Seks mió. til sjósavn og mentanarhús í Vágum
Fyri nøkrum árum síðani fekk Sjúrður Poulsen hugskotið at gera eitt sjósavn og mentanarhús í Vágum, og tað fekk góða undirtøku millum fólk. Skjótt varð eitt felag er stovnað, sum stendur fyri verkætlanini, og Vága Kommuna hevur lovað felagnum eitt grundstykki beint við fótbóltsvøllin í Miðvági.
Húsið skal lýsa okkara søgu sum eitt siglandi fólk, men skal eisini nýtast til mentanarlig tiltøk av ymiskum slag.
Pól Skarðenni hevur teknað húsið, sum verður heilt serstakt: Tekjan verður skipið Marna, sum felagið hevur ognað sær. Skrokkurin fer at liggja hálvdur oman á húsinum, so kjølurin verður ???mønan???.
Avtalan við stjórnina er gjørd í samstarvi við felagið, sum stendur fyri verkætlanini, og Jóhannis Joensen, tingmann.
Játtanin til felagið verður seks milliónir yvir tvey ár.
1,2 mió. til føroyskan talukennara
Grunnurin ???Føroysk teldutala??? hevur í langa tíð arbeitt við at menna ein talukennara, sum ger, at blind, sjónveik og lesiveik kunnu gerast meira sjálvbjargin, nema sær útbúgving, og sum heild verða nógv betri við í føroyska samfelagnum enn nú.
Grunnurin hevur fingið játtað pengar á føroysku fíggjarlógini, eins og feløg og felagsskapir hava stuðlað verkætlanini.
Við teimum 1,2 mió. kr. sum grunnurin nú fær, skuldi borið til at komið heilt á mál.
Avtalan við stjórnina er gjørd í samráð við Karina Kass, leiðara á sjóndeplinum.
26,8 mió til film
Tey fýra norðuratlantisku umboðini á fólkatingi hava eisini gjørt tvær avtalur við stjórnina í felag. Onnur er ein játtan til framleiðslu av dokumentarfilmum úr Grønlandi, Føroyum og Danmark, sum eisini skulu vera á málunum í hesum londum.
Sjúrður Skaale tosaði við Tinu í Dali Wagner frá føroyska filmhúsinum um hesa ætlan. Hon helt tað verða eitt gott hugskot at royna, og tí varð farið víðari við tí.
Játtanin er tilsamans 26,8 milliónir yvir fýra ár. Det Danske Filminstitut fer at umsita pengarnar. Hvussu nógvir verða lætnir føroyskum verkætlanum veldst um tær umsóknir, ið koma inn.
2 milliónir til føroyska-grønlendska orðabók
Hin avtalan, sum er gjørd í felag, er ein játtan til eina føroyska-grønlendska orðabók. Ein grønlendsk-føroysk orðabók varð liðug fyrr í ár, og liggur á heimasíðuni sprotin.fo.
Tað verður eisini Sprotin, ið skal standa fyri arbeiðinum at gera ta føroysku-grønlendsku orðabókina.
Væl nøgdur
Sjúrður Skaale er væl nøgdur við avtalurnar, sum blivu gjørdar í gjárkvøldið.
-Korona hevur verið dýr fyri danska samfelagið, og tí visti eg, at tað fór at verða trupult at fáa øll ynski uppfylt. Tað fekk eg heldur ikki. Men tær verkætlanir, sum fáa stuðul, hava stórt mentanarligt og søguligt virði fyri alt ríki, eru væl fyrireikaðar, hava stuðul frá feløgum, felagsskapum og myndugleikum. Og so eru, ikki minst, fleiri eldsálir, sum leggja sjálvboðið arbeiði í. Tí bar til at sannføra stjórnina um, at hetta skuldi stuðlast. Heiðurin eiga tey fólk, sum standa aftanfyri, sigur fólkatingsmaðurin.
---
Myndir:
Sjúrður Skaale og Nicolai Wammen
Tann søguligi bygningurin Pakkhús 18, sum skal setast í upprunaligan stand og nýtast sum savn og mentanarhús
Nakrir av monnunum, sum standa aftanfyri ætlanina at byggja nýtt sjósavn og mentanarhús í Vágum, síggjast á staðnum, har sermerkta nýggja húsið skal byggjast: Kári Thorsteinsson, Pól Skarðenni, Jóhannis Joensen og Sjúrður Poulsen, sum er maðurin við hugskotinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald