Sjokk, ótti, ivi, ótryggleiki, sorg og aðrar tyngjandi hugsanir fara gjøgnum høvdið, og stríðið er byrjað.
Stríðið fyri at koma aftur til lívið.
Stríðið fyri at endurvenja teir førleikar, ið ikki eru ein sjálvfylgja longur. Stríðið fyri at koma aftur til arbeiðis. At skula læra at sita av nýggjum, ganga, halda einum koppi, eta, og eg kundi nevnt so nógv annað, ið hoyrir vanliga gerandisdegnum til, er blivin harður, dagligur gerandiskostur. At læra at liva av nýggjum.
Tað tykist tí hugstoytt, at alt meðan sólin hevur skinið so fagurliga í Føroyum, sum til er blivið tikið av sitandi samgongu, eru mong, ið ikki hava merkt heitu strálurnar av somu sól.
Hetta kom greitt fram á fundi, ið Heilafelagið skipaði fyri, í farnu viku.
Lógarfestur rættur til endurmenning hjá teimum ið fingið hava seinheilaskaða, lógarfest ráðgevingarskylda hjá tí almenna, ið skal lætta um dagligdagin hjá raktum og avvarandi, er enn ikki liðugt viðgjørt, tí tingið fór í summarfrí, langt áðrenn tíð.
Eftir sita tey, ið eru rakt av seinheilaskaða og avvarandi, sum á nálum og hugsa, hvat komandi samgonga man fara at virka fyri, hesum viðvíkjandi.
Eingin kann ímynda sær stríðið, tey ið eru rakt av seinheilaskaða og avvarandi hava havt við almennu myndugleikarnar, um endurmenning og aðra hjálp. Endurmenning, ið fyri summi, kann vara alt lívið.
Tað byrjar longu á sjúkrahúsinum, har fysio- og ergoterapeutar byrja at venja mistu førleikarnar hjá teimum ið rakt eru av seinheilaskaða. Tí her eru ov fá starvsfólk sett av til at taka sær av hesum uppgávum. Og vit kundu hildið á.
Vit í Miðflokkinum hava sett hetta á dagsskrá okkara í stevnuskránni. Alneyðugt er at fáa lógarfest beinanvegin, at øll frá 18 ár og til pensjónsaldur hava rætt til og eins rætt til endurmenning; og at ráðgevingarskyldan yvirfyri borgarunum, eisini verður lógarfest alt fyri eitt. Vit fara at virka fyri, at ein endurmenningarstovnur verður bygdur. Vit fara at virka fyri, at samskipari verður settur til at taka sær av samskiftinum millum seinheilaskadd og viðkomandi hjálparstovnar. Góðu føroyingar, hetta eru viðurskifti ið ikki kunnu bíða longur, men mugu avgreiðast nú. Hjápið okkum í Miðflokkinum at fáa hetta gjørt. Far á val og set X við Miðflokkin.
Vinarliga
Margretha Kjærbæk
Valevni Miðflokkins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald