JN

Seglbáturin funnin aftur í øllum góðum

...

2020-05-18 06:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tann 13. mai fór seglbáturin Camalui, sum er skrásettur í Vejle, úr Haugesund við kós móti Føroyum. Camalui skuldi eftir ætlan koma til Lerwick í Hetlandi tann 15. mai, men kom ikki fram, og einki samband fekst við bátin. Umborð á seglbátinum var ein einsamallur føroyingur. 

Í gjár var leiting sett í verk fyri at finna seglbátin Camalui. Í nátt fann eitt veitingarskip (offshore skip) seglbátin millum Norra og Hetland. 

Føroyski maðurin umborð hevði tað gott. Tað hevur verið stór alda millum Hetland og Norra. Vakthavandi á MRCC støðini sigur, at veitingarskipið hevði upplýst teimum, at aldan var upp til 9 metrar høg.

Báturin er ávegis til Hetland.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder