Politikkur

§52a fyrispurningur til Kristinu Háfoss um fíggjartøl

...

2019-06-20 22:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

52-a fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum

1.Hvussu stórt var hallið á fíggjarlógini, tá undanfarna samgonga tók við í 2011?

2.Hvussu stórt var úrslit landskassans, tá undanfarna samgonguskeið var lokið í 2015?

3.Hvussu nógv vaks úrslit landsksassans í krónum og prosentum í undanfarna valskeiði frá 2011 til 2015?

4.Hvussu stórt var landskassans úrslit í 2018?

5.Hvussu nógv vaks úrslit landskassans í krónum og prosentum frá primo 2016 til ultimo 2018?

6.Hvussu stórt var arbeiðsloysið, tá undanfarna samgonga tók við?

7.Hvussu stórt var arbeiðsloysið, tá undanfarna samgonga legði frá sær?

8.Hvussu nógv minkaði arbeiðsloysið í prosentstigum undir undanfarnu samgongu?

9.Hvussu nógv er arbeiðsloysið minkað í prosentstigum undir verandi samgongu?

10.Nær vendi gongdin í fólkatalinum, eftir at minking í fólkatalinum hevði verið í mong ár?

Landsstýriskvinnan hevur aftur og aftur samanborið avrikini hjá sitandi samgongu við tey hjá undanfarnu samgongu. Í dag ger hon tað aftur, har hon samanber yvirskot landskassans í hesum valskeiði við undirskot landskassans í undanfarna skeiði. Lesarin kann lættliga fáa eina fatan av, at sitandi samgonga dugir munandi betri at reka fíggjarpolitikk enn undanfarna. Men um lesarin kennir fortreytirnar og veruleikan aftanfyri tølini, kann hann lættari gera sær eina sanna niðurstøðu. Fyri at vísa veruligu myndina og fyri at kunna gera eina reella samanbering verður spurt um tølini fyri bæði valskeiðini.

20. juni 2019

Bill Justinussen, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder