Politikkur

§52-a fyrispurningur til Heðin Mortensen viðvíkjandi sparingum á Strandferðsluni

...

2019-06-24 06:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

§52-a fyrispurningur til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, viðvíkjandi sparingum á Strandferðsluni

1.Hvussu nógv kostaði tað Strandferðsluni at keypa Alpha Pilot, rigga hann til og seta hann í sigling millum Gomlurætt og Hest?

2.Hvussu nógv hevur raksturin av leiðini kostað higartil í ár?

3.Hvussu hevur landsstýrismaðurin fíggjað keypið og raksturin?

4.Hvussu nógv skal Strandferðslan spara fyri at fáa játtanina fyri 2019 at halda?

5.Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at játtanin kemur at halda?

6.Tekur landsstýrismaðurin undir við spariætlanini hjá Strandferðsluni, sum millum annað inniber at hækka ferðaseðlaprísirnar á nólsoyar- og suðuroyarleiðini?

Landsstýrismaðurin hevur alment greitt frá, at sparingarnar á Strandferðsluni skulu gerast í samráði við samferðslumálaráðið. Landsstýrismaðurin hevur eisini greitt frá, at tað eigur at bera til at gera sparingar, so túrar ikki verða tiknur burturúr og so, at starvsfólk ikki verða uppsøgd. Nú hevur Strandferðslan lagt eina ætlan fyri, hvussu góðar 4 milliónir kunnu sparast. Løgtingið hevur ikki verið partur av avgerðini hjá landsstýrismanninum at seta nýtt virksemi í gongd á sínum málsøki, tá skip varð keypt til Hestleiðina. Hetta er óvanligt og á markinum fyri teimum heilmildum, ein landsstýrismaður hevur. Tí eigur landsstýrismaðurin at greiða frá, hvussu nógv hansara dispositiónir á fíggjarlógini uttan um Løgtingið hava kostað skattaborgaranum, og í hvønn mun hetta hevur verið orsøkin til ta støðu, Strandferðslan nú er komin í.

Bill Justinussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder