2016-01-14 16:58
Sea Shepherd hevur 8 ferðir verið í Føroyum, og roynt at stegða grindadrápið, men í summar kemur felagsskapurin ikki til Føroyar, tað boða tey frá á teirra heimasíðu beint nú.
- Vit fara ikki at senda okkara skip til Føroyar í 2016. Vit hava brúk fyri at brúka skipini aðrastaðnis í ár, og nú er tíðin komin til at gera ein film, og at skaða donsku og føroysku ferðavinnuna.
Víðari sigur felagsskapurin: - Tað kann verða at vit senda fólk og skip aftur til Føroyum um 5 ár, kanska, kanska ikki. Tað kann eisini verða, at vit senda fólk og skip til Føroyar í summar, kanska, kanska ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald